Danski handilsflotin økist við 20-25% í ár

Danski handilsflotin økist skjótari enn nakrantíð. Danir hava undirskrivað sáttmálar, uppá nýggj skip, fyri íalt 85 milliardir krónir, vísa nýggjastu tølini frá Danmarks Rederiforening, tað er tann størsta økingin, sum nakrantíð hevur verið.

Men tey døpru búskaparligu útlitini bæði í Europa og USA, fara at viðføra at danir eisini fara at verða meira varnir, skirvar Børsen.

?Fyrra hálvár í ár øktist danski handilsflotin við 15%. Og tá ið hugt verður eftir sáttmálum, sum eru gjørdir, bæði av nýggjum og gomlum skipum, sum koma undir danskt flagg, so má roknast við at handilsflotin økist við 20-25% í ár?, sigur Jan Fritz Hansen, varastjóri í Danmarks Rederiforening.

Danski handilsflotin er nú tvífalt so stórur, sum hann var í 2000.

Stórir partar av framleiðsluni, sum áður vóru í Europa og USA er nú flutt til Fjareystur, tað hevur viðført at Fjareystur nú innflytur nógv kol og jarnmálm, men hinvegin so útflyta teir nú nógvar teldur, køliskap, klæðir o.a., tað ger at tørvurin á flutningi er nógv øktur.