Danski mentamálaráðharrin farin frá

Danski mentamálaráðharrin, Uffe Elbæk, hevur í dag sagt ráðharrastarvið frá sær.

-Seinnapartin havi eg tikið eina sera torføra, men rætta avgerð, og eg havi boðað forsætisráðharranum frá, at eg sigi starvið sum mentamálaráðharri frá sær, skrivar Uffe Elbæk á sínari Facebook-síðu.

Uffe Elbæk hevur verið fyri hvøssum atfinningum teir seinastu dagarnar, eftir at tað kom fram, at mentamálaráðið hevði brúkt meiri enn 180.000 krónur til fleiri tiltøk á stovninum AFUK, sum ráðharrin hevur verið nevndarformaður í, og sum sambúgvi hansara arbeiðir á.

Uffe Elbæk er úr Radikala flokkinum, og floksformaðurin, Margrethe Vestager, sigur í einari viðmerking, at hon skilir avgerðina. Hon vil ikki siga, hvar skal taka við, men at tað verður kunngjørt í morgin.