Danski víkingurin vann MGP

Hann var favorittur og hann vann.

32 ára gamli Jonas Flodager Rasmussen vann í kvøld danska Melodi Grand Prix. Tað gjørdi hann við lagnum Higher Ground, sum er skrivað við íblástri frá søgnini um víkingin Magnus Erlendsson.

 

 

 

Rasmussen vann við 50 prosentum av atkvøðunum í finaluni frammanfyri 17 ára gomlu Anna Ritsmar, sum gjørdist nummar tvey við 31 prosenum. Albin gjørdist nummar trý við 19 prosentum av atkvøðunum.

 

 

 

Rasmussen er føddur og uppvaksin í Viborg, men í dag býr hann í Langå við sínum børnum og tveimum børnum. Í fleiri ár hevur hann fingist við tónleik. Hann er útbúgving frá lærda háskúlanum í Aarhus í dramaturgi og tónleikavísund, og dagliga undirvísir í tónleiki.

 

 

Eftir sigurin í kvøld skal hann nú framføra í Eurovision Song Contest, har hann skal umboða Danmark við lagnum Higher Ground, sum svenskararnir Niclas Arn og Karl Eurén hava skrivað. Hann skal í semifinalu hósdagin 10 mai, har hann skal royna at syngja seg og Danmark víðari til finaluna 12. mai.