Danski verjuovastin á vitjan

Við komandi mánaðarskifti verða Færøernes Kommando og Grønlands Kommando løgd saman í Arktisk Kommando, sum kemur at hava høvuðssæti í Nuuk.

Leiðari fyri Arktisk Kommando verður Stig Østergaard Nielsen. Hann og danski verjuovastin, Peter Bartram, vóru seinnapartin í gjár á fundi við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og kunnaðu teir tá um nýggju arktisku herdeildina og avbjóðingarnar, sum standa fyri framman í sambandi við økta virksemið og øktu skipaferðsluna í arktiska økinum.

Stovnanin av Arktisk Kommando er ein liður í at styrkja virksemið hjá donsku verjuni í Arktisk. Danska verjan skal fremja stórar sparingar komandi árini, men virksemið í Arktis verður tó raðfest frammaliga.

Færøernes Kommando dettur tó ikki fullkomiliga burtur eftir hesa samanleggingina. Danska verjan fer at hava eina lítla eind í Føroyum, nevniliga Forbindelseselement Færøerne, sum skal húsast í sama bygningi sum MRCC Tórshavn.