Fleiri politikarar í donskum býráðnum umhugsa nú alternativar loysnir til mannfólka- og kvinnufigurar á ferðsluljósunum. Tað skrivar Kristeligt Dagblad.
Millum tey, sum halda tað vera eitt gott hugskot við kynsnevtralum ferðsluljósum, eru politikarar frá Alternativinum og Teimum Radikalu í Keypmannahavn eins og Eindarlistanum í Århus.
Hugskotið er, at ferðsluljósini skulu virða aðrar kynssamleikar í staðin fyri, at tað antin er ein mannfólka- ella kvinnupersónur, sum signalerar, nær mann má ganga ella standa.
Mentanar- og frítíðarborgarstjóri í Keypmannahavn, Franciska Rosenkilde (AL) meinar, at tað hevur týdning fyri ein stórbý at senda eitt signal um, at mann ikki tekur undir við kynssundurbýtingum, men at tað heldur er pláss fyri fleiri samansetingum.
- Tað er ein sera góður máti at broyta tær kynsstereotýpurnar, sum vit síggja allastaðni, og hetta er eitt hugskot, sum eg eri áhugað í at arbeiða víðari við. Keypmannahavn er ein fjølbroyttur og frísinnaður býur, og tað skulu vit tora at vísa, sigur hon.
Kommunan í Keypmannahavn hevur annars í fleiri førum skift myndateknið til persónar við niðurdeili. Men Franciska Rosenkilde heldur, at tað er ótíðarhóskandi við hesum, um mann ynskir at telja teir persónarnar við, sum ikki føla seg sum nakað kyn. Tí eru kynsóheft ferðsluljós ein loysn.
Eisini Christopher Røhl Andersen, sum situr í Københavns Borgerrepræsentation fyri Radikalu Vinstra, heldur, at Keypmannahavn eigur at innføra kynsnevtral ferðsluljós.
- Tað er ein spennandi menning, at fleiri býir nú hava ljóstekin, sum ikki einans eru maður ella kvinna, sigur hann.
Í London, Manchester, München og Köln eru kynsnevtral ferðsluljós, skrivar Kristeligt Dagblad. Í Århus ætlar limur av býráðnum, Lone Norlander Smith (EL), at fáa hugskotið á dagsskrá.
/ritzau/