Tað var einki minni enn søguligt, tá rætturin í Hjørring dømdi fyrrverandi stjórarnar í EBH-bank og Sparekassen Himmerland í fongsul í fimm mánaðir fyri grova kursmanipulatión. Tríggir aðrir, sum vóru ákærdir í sama máli, fingu fongsul í tríggjar mánaðir, og Sparekassen Himmerland skal rinda fimm milliónir krónur í bót.
Ákæruvaldið vildi vera við, at teir ákærdu høvdu roynt at geva partabrøvunum hjá bankunum eitt størri virði, enn tey í roynd og veru høvdu, við at keypa partabrøv frá hvør øðrum. Á tann hátt fingu fólk ta fatan, at bankarnir stóðu betur í tí, enn veruleikin var.
Teir dømdu hava biðið um tíð til at umhugsa dómin. Eingin teirra var í rættinum, tá dómur fall í dag.
Sambært donskum fjølmiålum er hetta fyrstu ferð í 60 ár, at danskir bankastjórar hava fingið dóm.