Danskir hermenn kanska skotnir av einum mistaki

Illgruni er um, at tað vóru hermenn hjá altjóða deildini í Afghanistan, sum skutu tveir danskar hermenn fyri nøkrum døgum síðani Teir báðir donsku hermenninir doyðu í einum skotbardaga millum altjóða deildina og Taleban har suðuri í Afghanistan tann 26. september.

Tá varð sagt, at hermenninir fullu fyri Taleban-kúlum, men nú sigur danska herleiðslan, at tað vóru kanska hermenn hjá altjóða deildini, sum skutu.

Teir donsku hermenninir í Afghanistan eru partur av bretsku deildini, sum er har, og bretska herleiðslan hevur váttað, at tilburðurin við teimum báðum donsku hermonnunum verður kannaður. Danska herleiðslan hevur eisini sent fólk til Afghanistan at kanna málið.