Danskir politikarar vistu alt

Tann strategi, sum Føroyabólkurin legði, hevur hildið út í odd og egg. Danskir politikkarar hava vitað um ætlanina alla tíðina, men hava ongantíð sagt føroyingum frá

Bankafrágreiðingin gevur ta fatan, at embætismenninir hava arbeitt rættiliga sjálvstøðugt.

Men tað er ikki so, sigur Atli Dam. Hann heldur, at embætismenninir hava einki gjørt, uttan at teir ábyrgdarhavandi, donsku politikkararnir hava vitað tað.

Tað verið seg, Poul Schlüter, Anne Birgitte Lundholt, Poul Nyrup Rasmussen, Mogens Lykketoft ella Marianne Jelved. Øll hesi hava verið vitandi um tað, sum fram er farið, men hava ongantíð sagt føroyingum frá.

Bankafrágreiðingin heldur seg til tann málsetning, hon hevur haft, men avdúkar samstundis nógv viðurskifti, notat og skriv, sum kunnu tulkast upp á ymsar mátar, og samstundis síggjast í politiskum ljósi.

Bankafrágreiðing gevur, sum áður sagt, ta fatan, at embætismenninir hava arbeitt rættiliga sjálvstøðugt, og tað gevur millum annað Poul Nyrup Raasmussen, forsætisráðharra, og Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, møguleika at loypa á embætismenninar í dag.

Men embætismenninir, hava bara arbeitt við politiskum samtykki.

Serliga Ejgil Mølgard, stjóri í fíggjareftirlitinum, er kendur fyri altíð at hava sítt bakland í lagi og lata upplýsingar aftur til ídnaðarmálaráðharran.

»At hann hevur gjørt alt hatta har av sínum eintingum, trúgvi eg einki uppá,« sigur Atli Dam.

Ejgil Mølgaard hevur verið inni í poltitiskum samráðingum, har hann hevur brotið sína tagnarskyldu um viðurskiftini hjá Sjóvinnubankanum fyri bæði Den Danske Bank og donskum politikkarum. Tann einasti parturin, hann helt sína tagnarskyldu mótvegis, sigur Atli Dam, var Føroya Landsstýri.

»So eg meini, at tað er prógvað, at tann niðurstøðan hjá Føroyabólkinum, sum gevur nakrar fáar valmøguleikar, men í tí stóra og heila setir upp tær hendingar, sum tað kemur at vísa seg verða førdar út í lívið til punkt og prikkar. Eisini setir Føroyabólkurin treytir, sum eru so harðar, at danir ongantíð aftur missa takið á føroyingum. Tað er skjalprógvað.«

Hetta endaði so við bankasamanleggingini, sum vit nú kenna.

Men alla hesa tíðina, hava fyrst Poul Schlüter, og síðan Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft, vitað um málið, men ongantíð sagt føroyingum eitt orð um tað, sigur Atli Dam.


Framtíðin

Tað, sum nú er eftir, er at draga hasi tingini fram og leggja tey aftur at frágreiðingini hjá Grønborg. So hava vit grundarlag fyri at fara at tosa um framtíðina.

Tá vit tosa um framtíðina, slepst ikki undan, at vit fara at tosa um býti av føroysku skuldini, sigur Atli Dam.

Hann heldur framvegis fast við, at vit bara kunnu fáa eina politiska loysn á bankamálinum.

Atli Dam mælir til, at skuldin verður býtt í trý, soleiðis, at danski staturin, Føroya Landsstýri og danski fíggjarheimurin átaka sær hvønn sín triðing av skuldini.

Men áðrenn tað kann koma so vítt, sigur Atli Dam, eiga vit at taka tann partin burtur úr, sum føroyingar sjálvir eiga.

Tað er eingin ivi um, vísir Atli Dam á, at vit vóru í so djarvir at lova veðhøld í áttatiárunum, og hesi komu í ávísan mun afturumaftur.

Hetta eiga vit at draga frá beinanvegin, og so fara í gongd, sigur Atli Dam.

Men fyri at koma nakran veg, mugu vit fáa alla ta vitan, sum danskir politikkarar hava, sigur hann.


Vóru ov seinir

Tað ber ikki bara til at geva donskum embætismonnum skuldina fyri allar okkar ólukkur, sigur Atli Dam.

Ein av grundunum til núverandi støðuna er, heldur Atli Dam, at vit í Føroyum hava verið ov illa fyri við almennari fíggjarstýring.

Almenna, føroyska embætisverkið var stutt sagt ov illa útbygt.

Høvdu føroyskir politikkarar kunnað sær at verðið samdir um føroyskan landsbanka fyri nógvum árum síðani, kundi kanska verið eitt sindur ørðvísi.

Men bæði borgarligir politikkarar og bankafólk, vóru í móti hesum.

Hetta var nakað, sum, millum annað, bankarnir søgdu seg klára uttan almenna uppílegging.

Almennu, føroysku embætismenninir hava gjørt tað, teir skuldu. Men teir hava havt alt ov ringar umstøður at arbeiða undir.

Nú verður hinvegin bara útbygt. Men einki er, sum prógvar, at tað er bara gott, sigur Atli Dam.


Nyggja lóg

Atli Dam sigur, at vit í framtíðini noyðast at fáa eina nýggja lóggávu at arbeiða undir.

Í eini nýggjari lóg, sum skal loysa Heimastýrislógina av, er neyðugt, at føroyingar fáa somu heimildir, sum danir, í eitt nú fíggjarmálum.

Vit mugu fáa rætt til at yvirtaka øll mál. Og vit noyðast eisini at fáa okkara egna eftirlit, sigur Atli Dam og sipar til, at hann ikki metir danska Fíggjareftirlitið hava verið nóg gott, sum eisini bankakanningin vísir.