Danska løgreglan hevur í dag skipað fyri einum átaki ímóti fólki, sum hava sent barnapornografiskt tilfar sínamillum á internetinum. Tað snýr seg um bæði myndir og filmar.
Undir átakinum hevur løgreglan rannsakað 15 bústaðir ymsastaðni kring landið. Seks fólk eru tikin, men tey verða væntandi latin leys, tá tey eru avhoyrd. Løgreglan hevur eisini lagt hald á fleiri teldur, Ipads og Iphones, og hesi skulu nú kannast.
Henrik Grove hjá løgregluni í Viborg sigur við danska kringvarpið, at fleiri av teimum tiknu hava viðgingið, at tey hava sent og fingið barnapornografiskt tilfar frá hinum.