Um nakrar vikur ella mánaðir fáa danskar fiskavørur MSC-stemplið, sum sigur, at vøran stavar frá einari burðardyggari fiskivinnu. Í fyrsta umfari eru tað reyðsprøka úr Norðsjónum og upsi úr Norðsjónum og Skagerrak, sum fáa góðkenningina.
-Vit vilja fegin greiða almenninginum frá, at tey kunnu hava góða samvitsku, tá tey keypa fisk, sum danskir fiskimenn hava veitt, sigur Svend-Erik Andersen, sum er formaður í Danmarks Fiskeriforening, við kringvarpið DR.
Í donsku fiskivinnuni vóna tey, at MSC-góðkenningin fer at økja útlendska eftirspurningin eftir eitt nú reyðsprøku, sum hevur havt sera vánaligan prís tey bæði seinastu árini. Orsøkin er fyrst og frmst, at týskar og bretskar handilsketur vilja bara hava fiskavørur, sum stava frá burðardyggari veiði, sigur DR.
Danmarks Fiskeriforening hevur sett sær sum mál, at allur fiskur, sum er veiddur í donskum sjógvi, skal hava MSC-góðkenning.