Danskur sjónleikari tosar um sexsjikanu

Hevur fingið afturmeldingar frá 20 kvinnum sum eisini hava upplivað ágang

20 kvinnur í danska filmsídnaðinum hava seinastu dagarnar sett seg í samband við sjónleikaran Dorte Rømer, eftir at hon tosaði opið um seksuellan ágang. 

 

 

Les: Nýtt átak: Kvinnur siga frá ágangi á Facebook

 

 

– Tað eru tær somu søgurnar. Kvinnur, sum verða kroystar í ein krók og føldar uppá. Ósømiligar viðmerkingar um, at tær hava lekkrar boppir, og so kann tað verða nortin við ósømiliga í eini viðkvæmari støðu, sigur Dorte Rømer frá við dr.dk. 

 

 

Les eisini: #metoo -sexchikana var partur av gerandisdegnum

 

 

Hon hevur fingið boð frá hesum kvinnunum, eftir at hon hevur sagt sína søgu um seksuellan ágang í filmsídnaðinum í kjalavørinum av, at amerikanski filmsframleiðarin Harvey Weinstein er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á fleiri kendar kvinnur í Hollywood. 

 

 

 

Les: Oscar-akademiið blakar Weinstein út

 

 

Í 2008 meldaði hon ein leikstjóra fyri neyðtøkuroynd, og á leikpallinum hevur hon fleiri ferðir upplivað, at fingið niðrandi seksuellar viðmerkingar, skrivar dr.dk. Hon sigur, at tað hevur avleiðingar fyri kvinnur sum siga frá.

 

 

– Ert tú fríyrkissjónleikari, so verður tú bangin fyri hvørjar fylgir standast av, at tú sigur frá, sigur hon og metir, at fleiri velja at tiga við slíkum hendingum, tí tær eru ræddar fyri at missa arbeiði. 

 

 

Les: Kynsligur ágangur á arbeiðsplássinum: Torført at sláa nevan í borðið