– Hvussu nógvar pengar hevur danski staturin latið føroysku flokkunum í fólkatingsstuðuli síðani 1998?
Hesum spurningi fer Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmaður, at svara á tingfundi í dag.
Tað er Kári P. Højgaard, sum hevur spurt soleiðis:
– Kann ríkisumboðsmaðurin stutt nágreina galdandi reglur fyri, at ein politiskur flokkur í Føroyum kann fáa fíggjarligan stuðul/blokkstuðul frá statinum?
– Koma pengarnir av sær sjálvum eftir fólkatingsval, ella er neyðugt at søkja Indenrigsministeriet um at fáa pengarnar útgoldnar?
– Kann ríkisumboðsmaðurin upplýsa, hvat teir einstøku politisku flokkarnir árliga hava fingið útgoldið síðan 1998?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Kári P. Højgaard á, at Føroyar hava til fólkatingsval grundlógartryggjaðan rætt at velja tveir limir til Fólkatingið. Teir flestu politisku flokkarnir hava brúkt teirra rætt at luttaka í tí danska fólkatingsvalinum. Sjálvandi hevur tað við sær ein ávísan kostnað at luttaka.
Les eisini: Fimta hvør króna hjá Tjóðveldi er donsk
– Tað, sum er áhugavert at fáa greiði á í hesum høpi, er m.a., í hvønn mun stuðulin í roynd og veru rindar hesar útreiðslur, og harnæst um stuðulin er ætlaður eisini at rinda aðrar útreiðslur, sum ikki beinleiðis viðvíkja valinum.
Kári P. Højgaard sigur, at tað má eisini haldast at vera viðkomandi at fáa at vita, hvørjar møguleikar teir valdu fólkatingslimirnir hava fyri at fáa stuðul til teirra politiska arbeiði, og eisini hvørjar serstakar fyrimunir hesin stuðulin møguliga hevur við sær fyri tey viðurkendu valevnini, sæð í mun til onnur mótvalevni, sum stilla upp til fólkatingsval.
Tingfundur verður klokkan 11 í dag, og fyrispurningurin frá Kára P. Højgaard er 3. punkt á skránni.