Næstseinasta vikuskiftið skipaði Íkast, sum er dartfelagið hjá vestmenningum, fyri dartkapping í ítróttarhøllini í Vestmanna. Hetta var fyrstu ferð, at skipað varð fyri eini tílíkari kapping í Vestmanna.
Leygardagin 10. januar varð kappast í tvímansleiki, har 12 pør luttóku. Í finaluni spældu Henrik Petersen og Polly Poulsen úr Havnar Dartfelag móti Janusi Jensen og Peturi Djurhuus úr Íkast.
Dartstøðið í finaluni var miðalgott, og spenningurin treyt ikki. Liðini fylgdust til síðsta og avgerandi settið, sum Henrik og Polly vunnu, og sostatt vunnu havnarmenninir kappingina í tvímansleiki. Trýarar gjørdust Petur Grønagarð og Henning Thomsen úr Havnar Dartfelag og Regin Enghamar og Elias Mikkelsen úr Havnar Róðrarfelag Dart.
Dagin eftir var tað so einmansleikurin, ið stóð á skránni. 34 dartspælarar vóru við í hesi kappingini. Jens Albert Simonsen úr Vága Dartfelag vann í finaluni á Janusi Jacobsen úr Klaksvíkar Dartfelag. Henning Thomsen úr Argja Dartfelag og Jens Petur Poulsen úr Havnar Dartfelag gjørdust trýarar í einmansleikinum.
Kappingin, sum var tann fyrsta í Vestmanna, eydnaðist væl, og luttakararnir vóru eisini nøgdir við umstøðurnar og tilrættisleggjanina av kappingini. Eisini vóru fleiri áskoðarar enn vanligt er til slíkar kappingar.
Dartfelagið í Vestmanna vil fegið takka luttakarum, áskoðarum og teimum, sum hjálptu til og gjørdu sítt til, at kappingin varð avgreidd uttan trupulleikar, umframt kommununi í Vestmanna fyri, at ítróttarhøllin var til taks uttan at kosta nakað.
Og sponsorarnir Føroya Sparikassi í Vestmanna, Vest Pack, Vestlax, Shellstøðin í Vestmanna, Føroya Banki í Vestmanna og handilin hjá Palla Lamhauge fáa eina serliga tøkk fyri fíggjarligan stuðul.