Beint eftir klokkan 11 í morgun fekk løgreglan boð um, at ein maður var farin útav einum hamara omanfyri Norðragøtu.
Løgreglan sigur, at maðurin er Nýsælendingur, men annars er hann hálvur føroyingur av uppruna. Og í morgun var hann so farin, sjálvur annar, ein túr í hagan omanfyri Norðragøtu.
Har var maðurin, sum var fyrst í tríatiárunum, áhaldsin, og fór út av einum hamara, einar 300 metrar omanfyri bygdina.
Tyrlan varð boðsend eftir manninum og hon flutti hann á Landssjúkrahúsið, men løgreglan sigur, at snuddirnir, hann fekk í fallinum, vóru so mikið álvarsligir, at hann doyði.
Løgreglan veit ikki, hvussu høgt fallið var, men tey eru nú í ferð við at kannað málið fyri at fáa greiði á, akkurát hvat tað var, sum hendi og hvar hann fór útav.