Varmakelda, sum er í Fuglafirði hetta vikuskiftið, verður sett við Mentanarhúsið í Fuglafirði á middegi í morgin, leygardagin.
Tað verður borgarstjórin, Dávur Juul, sum fer at seta stevnuna.
Klokkan 11.30 møta ítróttarfeløgini á fótbóltsvøllinum, og skrúðgongan við ítróttarfólkum kemur oman á torgið til setanina á middegi.
Umframt øll ítróttarfólkini, sum fara at seta sín serstaka dám á hátíðarliga setanartiltakið, fer Fuglafjarðar Hornorkestur eisini at spæla við høvið.
Á heimasíðuni - fuglafjordur.fo - sæst øll skráin fyri varmakeldu, har kappróðurin hesaferð telur við í FM-róðrinum.
Í Fuglafirði verður sagt, at varmakeldan, tá kappróðurin telur við, er hin stóra stevnan, og soleiðis er í ár, har nógv forvitnisligt á skránni.