De Gea tímir ikki at spæla

David de Gea verjir eiheldur málið hjá United í kvøld

Leysasøgurnar um, at málverjin hjá Manchester United, David de Gea, er ávegis til Real Madrid, hava staðið á alt hetta summarið. Sum skilst, so er Real Madrid sera áhugað, og harafturat er de Gea sjálvur sera áhugaður í at venda aftur til heimbý sín.

 

Men hóast alt er David de Gea framvegis Manchester United-leikari. Kortini var hann ikki við í hópinum, tá ið United vann 1-0 ímóti Tottenham í fyrsta leikumfari av Premier League farna leygardag. Tá var tað nýinnkeypti Sergio Romero, sum stóð í mál, meðan de Gea hugdi at frá áskoðaraplássunum.

 

Nú fortelur venjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal, at de Gea sjálvur eisini hevur ávirkan á, um hann spælir ella ikki. Sambært Sky Sports sigur van Gaal soleiðis:

 

- Vit hava tosað við hann, og hann er púra samdur við avgerðini um at velja hann frá. Málmansvenjari okkara, Frans Hoek, hevur havt ein fund við de Gea, har hann spurdi hann, um hann hevði hug at spæla í kvøld. Svarið hjá de Gea var nei, sigur Louis van Gaal sambært Sky Sports.

 

Sostatt er enn meira brenni kastað á bálið viðvíkjandi fótbóltsframtíðini hjá David de Gea. Komandi dystur hjá Manchester United er longu í kvøld, tá ið nakað so sjálvsamt sum ein fríggjakvøldsdystur verður spældur í Premier League. Mótstøðuliðið hjá United er Aston Villa, ið eigur heimavøll í kvøld.