##med2##
- Tað kom grúiliga knappliga, at eg skuldi spæla. Eg hevði ikki hóming av, at Gilli Rólantsson hevði leikbann. Hetta greiðir debutanturin og dagsins spælari, Jóannes Kalsø Danielsen frá.
Jóannes Kalsø Danielsen sigur, at tað er ein stór æra at sleppa at umboða sítt land, og hann er ovurfegin um, at tvær legendur, Atli Gregersen og Lars Olsen kundu enda á heimavølli við einum sigri.
Nú fer Jóannes at fokusera uppá tað spennandi FM-stríðið í Betrideildini, har komandi uppgáva eitur NSÍ á heimavølli við Djúpumýrar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Kalsø Danielsen.
##ms##