Kjartan og Önnered taptu tepurt í Stokkhólmi

Tað er tungt hjá Önnered at vinna seg úr botninum í bestu svensku hondbóltsdeildini

Bæði føroyinga-liðini í bestu svensku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag.

 

Sävehof megnaði uttan ein skaddan Elias Ellefsen á Skipagøtu at vinna 35-29 (10-13) á Eskilstuna í Partille.

 

Kjartan Johansen skoraði trý mál fyri Önnered, ið tapti tepurt 29-30 fyri Hammarby á útivølli í Stokkhólmi. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

 

28. desember spælir Sävehof á útivølli móti Lugi. 30. desember spælir Önnered á heimavølli móti Skøvde. Eftir tað er vetrarsteðgur til 31. januar. 

 

Kjartan og liðfelagarnir mugu vinna seg upp á 8. plássið um teir vera við í endaspælinum. 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu breyt kjálkabeinið fyri stuttum, men tað ljóðar, at Elias kann vera klárur til HM-undanundankappingina á heimavølli móti Italia, Luksemborg og Lettlandi, ið verður leikt í høllini á Hálsi dagarnar 14. til 16. januar. 

 

Støðan:

 

Nr                Lið:DystirVJT+/-P+/-
1 IK Sävehof151113460 - 4072353
2 IFK Kristianstad14932408 - 3522156
3 Alingsås HK16853454 - 4332121
4 Ystads IF HF15924446 - 4042042
5 IFK Skövde HK14914413 - 3881925
6 Hammarby IF HF16826472 - 4621810
7 HK Malmö15726425 - 4151610
8 Lugi HF16628436 - 435141
9 IF Hallby HK16538427 - 45313-26
10 Eskilstuna Guif IF15609410 - 44612-36
11 HK Aranäs16439414 - 45511-41
12 IFK Ystad HK15348403 - 44210-39
13 Önnereds HK164111445 - 4819-36
14 Redbergslids IK153111404 - 4447-40