VIDEO: Meinhard var skiftur inn og skoraði

(Video) Meinhard E. Olsen og Rógví Baldvinsson og hinir í Bryne mistu eitt stig úr hondum í tíðini dómarin hevði lagt aftrat

Føroyingaliðið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, Bryne vitjaði Jerv á útivølli ígjár. 

 

Bryne tapti dystin 1-2. Jerv skoraði sigursmálið í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat.

 

Rógvi Baldvinsson var við frá dystarbyrjan, og Meinhard E. Olsen kom á vøllin tá ein tími var spældur av dystinum. 

 

Meinhard hevði verið á vøllinum í minni enn eitt korter tá hann aftaná eina góða fríspæling í brotsteiginum hjá Jerv legði Bryne á odda 1-0. Minuttin aftaná javnaði Jerv, og teir fóru við øllum í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Talan er um triðja málið hjá Meinhardi fyri Bryne í hesari kappingini. 

 

Komandi fríggjadag tekur Bryne móti Grorud á heimavølli.

 

Bryne er nummar seks í deildini við sjey stigum fyri fimm dystir. 

 

Her ber til at síggja málið hjá Meinhardi og hini hæddarpunktini frá dystinum:  https://www.brynefk.no/bryne-tv