Smágentan hvarv av hotelkamarinum, meðan foreldur hennara, Kate og Gerry McCann, sótu og ótu ein góðan bita á einari matstovu 55 metrar frá hotellinum.

McCann: Lyklavitnið deyðasjúkur av krabba

Tað var í samrøðu við týska blaðið Bild, at Helge Busching, sum nú er deyðiliga sjúkur av krabba, kom við einari røð av uppáhaldum um Christian Brückner.

Smágentan hvarv av hotelkamarinum, meðan foreldur hennara, Kate og Gerry McCann, sótu og ótu ein góðan bita á einari matstovu 55 metrar frá hotellinum.

Maðurin, Helge Busching, sum sigur, at hann situr við sera týðandi upplýsingum um Madeleine McCann, er raktur av deyðiligari krabbasjúku og verður sagdur at vera doyggjandi.

 

Tað var eftir øllum at døma hesin maðurin, sum gav løgregluni tipp um Christian Brückner, ið er maðurin, sum síðan 2020 hevur verið undir illgruna fyri at hava rænt bretsku smágentuna í Portugál í 2007

 

Teir báðir vóru vinmenn, og Christian Brückner skal hava fortalt Helge Busching - eftir at hava drukkið einar tvær ella tríggjar øl - at McCann "skríggjaði ikki, tá hann rændi hana..."

 

Maðurin, Michael Tatschl, sum hevur fortalt um krabbasjúkuna hjá lyklavitninum, hevur í fleiri málum vitnað í rættinum móti Christian Brückner - manninum, sum verður hildin at hava rænt Madeleine McCann.

 

Allir tríggir, Christian Brückner, lyklavitnið Helge Busching og Michael Tatschl, vóru vinmenn.

 

Í týskum rætti herfyri segði Michael Tatschl, at hann og lyklavitnið nýliga høvdu tosað saman í telefon, og tá tosaðu teir um ymisk viðurskifti - eisini um krabbasjúkuna, sum Helge Busching fekk staðfesta fyri nøkrum mánaðum síðan.

 

Sky News veit eisini at siga, at tá lyklavitnið í einum rættarmáli varð spurdur, hvussu McCann-málið hevði ávirkað hansara lív, svaraði hann soleiðis:

 

- Eg væntaði ikki hesar avleiðingar. Eg havi mist arbeiði, íbúð, og eg havi ongar vinir. Mítt lív er broytt til tað negativa, skal Helge Busching hava svarað.

 

##med2##

 

Tað var hin 3. mai í 2007, at Madeleine McCann sporleyst hvarv.

 

Smágentan hvarv av hotelkamarinum, meðan foreldur hennara, Kate og Gerry McCann, sótu og ótu ein góðan bita á einari matstovu, 55 metrar frá hotellinum.

 

Tá foreldrini hugdu inn í kamarið klokkan 22 hetta kvøldið, var Madeleine McCann horvin.

 

Tað var í einari samrøðu við týska blaðið Bild, at Helge Busching, sum nú er deyðiliga sjúkur av krabba, kom við einari røð av uppáhaldum um Christian Brückner.

 

- Christian Brückner hevði drukkið einar tvær ella tríggjar øl, tá hann segði, at "hon skíggjaði ikki", eru millum útsagnirnar hjá lyklavitninum. 

 

Árini 1995 til 2007 búði Christian Brückner í Portugál, og hann varð fleiri ferðir sæddur í frítíðarbýnum, Praia de Luz, har smágentan hvarv.

 

Men, maðurin sýtir fyri, at hann hevði nakað við málið um Madeleine McCann at gera, og ákæra er ongantíð reist móti honum. Christian Brückner er tó áður dømdur fyri kynsligan ágang móti børnum, neyðtøku og narkotikasmugling.

 

Í løtuni situr hann í fongsli í Týsklandi, dømdur fyri at hava neyðtikið eina 72 ára gamla kvinnu í Algarve-økinum í Portugál.

 

##med3##

 

 

 

Smágentan hvarv av hotelkamarinum, meðan foreldur hennara, Kate og Gerry McCann, sótu og ótu ein góðan bita á einari matstovu 55 metrar frá hotellinum.

Christian Brückner, sum er undir illgruna fyri at hava rænt Madeleine McCann í 2007.

Lyklavitnið, Helge Busching (standandi), Madeleine McCann og Christian Brückner, sum er undir illgruna.