Løgreglan arbeiðir við einum innbrotsmáli í Miðvági, har onkur hevur brotið inn í Bónus í Miðvági, helst sunnunáttina.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at ein ávís peningaupphædd er stolin, sum enn ikki er endaliga staðfest. Hann sigur, at løgreglan hevur nøkur spor at ganga eftir, og at arbeitt verður víðari við málinum.
Í Havn er eitt innbrot staðfest afturat, sum helst er framt um vikuskiftið. Tað var eitt lítið innbrotið, sigur vaktleiðarin, har ein kassi við pengum er stolin frá einum stovni í miðbýnum.
Í illveðrinum hevur løgreglan fingið fimm fráboðanir um storm- og vindskaða ymsa staðni úr landinum. Tað mesta eru leysirlutir og illa hildin úthús, sum hava fingið skaða.
Og í gjár er so eitt harðskapsmál í Havn meldað til løgregluna, sum er farið fram um vikuskiftið. Talan er um tveir menn, sum eru komnir til ilnar, har so annar skal hava sligið hin.