Defensiva uppleggið helt

Hanus Thorleifsson byrjaði inni á vøllinum í Streymnesi, og tá vit fingu orðið á hann í gjárkvøldið var hann ein fegin maður.
– Vit lógu defensivt, vóru kompaktir og valdu at bíða eftir EB/Streymi. Tað var uppleggið frá byrjan, og tað helt eisini, greiðir Hanus Thorleifsson frá.
– Eg meti eisini, at sigurin var uppiborin. Fyrri hálvleikur var rímiliga javnur, men so verða teir noyddir at satsa fram eftir. Hetta gav pláss í hinum endanum, har vit kundu fingið okkurt mál aftrat, sigur Hanus Thorleifsson.