Defoe søkti Tottenham

Fyri 10 mánaðum síðani seldi Tottenham álopsspælaran Jermaine Defoe til Portsmouth. Sunnudagin spældu júst hesi feløgini ímóti hvørjum øðrum. Portsmouth vann 2-0, og Deofe gjørdi annað málið. Hetta var fimta málið hjá Defoe í hesum kappingarárinum, og hann er toppskjútti í Premier League. Defoe hevur skotið fleiri mál enn alt Tottenham-liðið tilsamans higartil.