Degnshús gerast friðingarmál

Steffen Stumman Hansen, landsantikvarur, hevur gjørt av at taka málið um Degnshús upp sum friðingarmál. Nú skulu húsini kannast, áðrenn Friðingarnevndin um nakrar mánaðir kemur við einum tilmæli til landsstýrismannin.

Málið um gomlu Degnshús við Tinghúsvegin í Havn dregur út. Nú hevur Steffen Stumman Hansen, landsantikvarur, gjørt av at taka málið upp sum eitt friðingarmál.
Tað merkir, at byggideildin hjá Fornminnissavninum nú skal kanna húsini fyri at finna út av, um tey hava søguligt virði.
Spurdur, hvat avgerðin um at taka málið upp sum eitt friðingarmál byggir á, sigur Steffen Stumman Hansen, at avgerðin byggir á upplýsingar um sjálvt húsið, og søguliga umhvørvið, tað stendur í.
Upplýsingarnar hevur Fornminnisnevndin, har Steffen Stumman Hansen er formaður, frá Býarsavninum og Tinglýsingini.
- Harumframt kenna vit søguna um umhvørvið har á leið, vísir landantikvarurin á.
Men higartil hava fornfrøðisligu myndugleikarnir ikki verið og kannað sjálv húsini.
Eigarin av húsunum, Petur Olsen, hevur sagt seg illa duga at skilja, hví húsini skulu friðast. Hann hevur víst á, at húsini eru rættuliga nógv broytt, síðan Anton Degn búði í teimum. Millum annað var eldur í húsinum fyri trimum árum síðan, og tá bleiv alt loftið brotið niður og gjørt av nýggjum. Eisini er klædningur, vindeygu og gólv skift seinnu árini, so talan er um eini heilt onnur hús, vísir Petur Olsen á.

Undirskriftirnar
Tá ætlanirnar um at taka Degnshús niður og í staðin byggja ein stóran bygning á staðið, elvdi tað til mótmæli frá fleiri síðum.
Fleiri býráðspolitikarar hava úttalað seg um tað skilagóða í at varðveita Degnshús, og yvir 3000 undirskriftir eru savnaðar til frama fyri at varðveita húsini.
Spurdur, hvørt hann hevur kent seg trýstan til at taka málið upp sum friðingarmál, sigur Steffen Stumman Hansen, at tað hevur hann ikki.
- Nei. Avgerðin byggir á eina sakliga meting av málinum, sigur landsantikvarurin.
Hann vil tó ikki útdýpa metingina meira enn at

Dregur út
Sum nevnt fer byggideildin hjá Fornminnissavninum í næstum at kanna húsini. Um miðjan apríl hevur Fornminnisnevndin aftur fund, og tá fer nevndin væntandi at viðgera upplýsingarnar frá byggideildini. Velur Fornminnisnevndin tá at fara víðari við málinum, skal tað út til hoyringar, hetta tekur vanliga tveir mánaðir, áðrenn Fornminnisnevndin ger sítt tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum.
- Í síðsta enda er tað ein politiskur spurningur, um húsini skulu friðast. Fornminnisnevndin kemur bara við sínum tilmæli, vísir Steffen Stumman Hansen á.