Deiggj hátíðarheldur 30 ára dagin

Tónleikabólkurin Deiggj hátíðarheldur nú síni 30 ár á føroyska tónleikapallinum, og tí bjóða Deiggj og Seglloftið á Tvøroyri til alment hugnakvøld leygarkvøldið 28. apríl.

 

Fyrstu ferð bólkurin Deiggj spældi var í 1981 í Tvøroyrar Disc. Klubba. Klubbin var tá eitt av best umtóktu dansihølinum í Føroyum saman við TB-Húsinum. Teir, sum stovnaðu Deiggj vóru Rene Jespersen, Dávið Jakobsen, Dennis Lave, Páll Lave, Fróði Vestergaard og Pætur Dam. Eisini var skotska Diane Malpass við eitt skifti sum sangari. Deiggj hevur líka síðani stovningardagin verið ein aktivur tónleikabólkur. Deiggj gav út LP ´ini Stormávaring í 1985. Fýra av teimum, sum spæla við í dag vóru við til at stovna bólkin í 1981. Hesir eru Dennis, Pætur, Páll og Fróði. Eisini eru Sverri Heinesen og Rani Hammershaimb við í núverandi Deiggj.

 

Deiggj av Tvøroyri

Menninir í Deiggj vitja av og á aftur í Suðuroynni. Deiggj var fyrsti tónleikabólkur, ið spældi til almennan dans á Seglloftinum á Tvøroyri, hetta var 26. Apríl í 2008. Deiggj spældi á fyrsta Jóansøkufestivalinum í 2005. Í 2007 spældi Deiggj saman heimskenda sangarinum John Lawton frá Uriah Heep. Konsertin var á kaiini hjá Thomsen. Hetta førdi so aftur við sær eitt vinalag og samstarv millum Deiggj og John Lawton, sum hava havt fleiri konsertir saman bæði í Føroyum og uttanlands.

Í 2010 byrjaði Deiggj uppá tey sokallaðu Uriah Heep kvøldini saman við Seglloftinum. Fyrsta kvøldið var sjálvandi á Seglloftinum á Tvøroyri og seinni aðrastaðni í Føroyum. Seinasta stóra tiltakið við John Lawton og Deiggj var í Norðurlandahúsinum í februar í ár.

 

 

Føðingardagur við buffet, myndasýning og konsert og dansi

Hugnakvøldið, sum verður 28. apríl kl. 21.00, bjóðar eina leskiligari buffet, sum tann navnframa Anna Kirstin fer at borðreiða við. Eisini verður møguleiki at síggja gamlar myndir, sum hava eitthvørt tilknýtið til Deiggj og dans á Tvøroyri ella Suðuroynni – hetta við serligum denti á 80´ini. Eigur tú onkra mynd, so ber at senda hana til [email protected].

 

Seinni um kvøldið verður konsert við Deiggj og deiggjarum, har bólkurin fer at spæla egin løg og onnur løg, sum hava verið á skránni fyrr í tíðini; eitt nú nakað av 70’ara programminum.

 

Deiggj vóna at onkrir av gomlu deiggjarunum, sum fyrr hava spælt við bólkinum fara at trína á pallin seinni um kvøldið.

 

Atgongumerki fáast við at ringja beinleiðis til Seglloftið á tlf. 221824

 

Hesum boða fyrireikarar frá í kvøld.