Eftir nógvar ákoyringar seinastu dagarnar hevur deildarleiðarin á Heilsuskúlanum á Tvøroyri sagt seg úr starvi. Susanne Høgh Olesen, deildarleiðari á Heilsuskúla Føroya, hevur í dag sagt seg úr starvi.
Samstundis er avtalað, at Susanne Høgh Olesen skal halda fram sum ráðgevi, í tann mun nýggi deildarleiðarin á skúlanum hevur tørv á tí, hetta til 1. august næsta ár.
Susanne Høgh Olesen leggur dent á, at orsøkin til, at hon hevur gjørt hesa avtalu, er einans hennara ørkymlan fyri næmingunum og útbúgving teirra.
Kann henda avtala hennara við Mentamálaráðið um uppsøgn og ráðgevarafunktión fáa undirvísingina í rættlag, vil hon royna tað, sigur Susanne Høgh Olesen.
Sosialurin vísti í vikuni á, at sjey av 11 lærarum á Heilsuskúlanum eru sjúkrameldaðir, tí samstarvið við deildarleiðaran var ótolandi.
Heilsuhjálparafelagið vísti í Sosialinum á, at støðan mátti loysast beinanvegin, annars lógu tvær útbúgvingar í skeljasori.
Somuleiðis mælti Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar til, at deildarleiðarin varð koyrd úr starvi.
Og í dag setti Bill Justinussen, løgtingsmaður, fleiri skrivligar fyrispurningar um Heilsuskúlan til landsstýrismannin í mentamálum.