Jóannes Dalsgaard, sum hevur verið deildarstjóri í Mentamálaráðnum seinastu skjótt 10 árini, fer nú frá vegna aldur. Í hesum sambandi verður søkt eftir nýggjum deildarstjóra Jóannes Dalsgaard hevur farnu 10 árini starvast sum deildarstjóri í Mentamálaráðnum, har hann hevur havt ábyrgd av hægri útbúgvingum, gransking og mentan. Jóannes, sum er cand. mag. í søgu og fronskum og doktari í søgu, tók við starvinum sum deildarstjóri 1. januar 1998, tá ið Mentamáladeildin í Tinganesi og Landsskúlafyrisitingin formliga vórðu lagdar saman til táverandi Undirvísingar- og Mentamálastýrið, ið seinni skifti navn til Mentamálaráðið, skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
Jóannes hevur verið sera virkin á sínum ábyrgdarøki, har nógvar broytingar eru framdar í hansara tíð. Eitt nú kann nevnast lóggávan um Mentanargrunn Landsins, Tjóðpall Føroya og lógin um stuðul til mentan og list, samanlegging av SvF og ÚF í Kringvarp Føroya, sum eisini fekk eina nýggja og nýtímans kringvarpslóg o.m.a. Harumframt hevur Jóannes verið sera virkin í tí norðurlendska samstarvinum, har hann hevur umboðað Føroyar í fleiri norðurlendskum serfrøðinganevndum, eitt nú í vísmannabólki norðurlendska ráðharraráðsins, norðurlendska mentanargrunninum og í embætismannanevndini fyri norðurlendskt mentanarsamstarv. Jóannes hevur eisini umboðað Føroyar í samráðingum við onnur lond, og leiddi hann eitt nú tær samráðingar við svenskar myndugleikar, sum endaðu við, at Kongsbókin við Seyðabrævinum varð latin Føroyum aftur. Jóannes hevur eisini, samstundis sum hann hevur verið deildarstjóri, í avmarkaðum tíðarskeiðum røkt størvini sum ávikavist settur landsskjalavørður og settur landsantikvarur.
Undan starvinum í Mentamálaráðnum var Jóannes landsskjalavørður, rektari, deildarstjóri og lærari. Jóannes hevur verið í almennari tænastu í skjótt 40 ár. Tað er ein trúgvur og dugnaligur embætismaður, ið nú leggur frá sær.
Jóannes Dalsgaard fer úr starvi tann 31. august, og Mentamálaráðið fer nú at lýsa starvið hjá Jóannesi leyst.