Deildin fyri hægri nám á Glasi: Freistin er 10. januar

Glasir: Freistin at søkja inn á akademiútbúgvingarnar, diplomútbúgving í leiðslu, HD og byggifrøði er 10. januar.

 

Fjølbroyttu og mongu hægri útbúgvingarnar og lærugreinarnar á hægri námi á Glasi eru allar yrkis- og vinnurættaðar. Somuleiðis eru allar stigmettar eftir ECTS-skipanini (European Credit Transfer and Accumulation System). Tú kanst lesa fulla tíð, lesa parttíð við síðuna av starvi tínum, ella taka stakar lærugreinar, sum betra tínar førleikar á ávísum økjum. Nú ber til at søkja inn á fleiri útbúgvingar og stakar lærugreinar á hægri námi á Glasi, sum byrja 1. februar 2021.

Á akademiútbúgvingini (AÚ) og diplomútbúgvingini í leiðslu (DLÚ) byrjað nýggjar og spennandi lærugreinar 1. februar. Í báðum førum kanst tú taka stakar lærugreinar, sum eisini kunnu verða partur av fullari útbúgving (hvør lærugrein gevur tær ECTS-stig, sum telja í samlaðu útbúgvingini). Tú kanst somuleiðis søkja inn á HD, har tríggjar lærugreinar verða bodnar út. Harafturat byrjar ein nýggjur flokkur í byggifrøði (BF) síðst í januar. Byggifrøði er ein sonevndur professiónsbachelor, sum tekur 3½ ár.

Umsóknarfreistin til allar útbúgvingarnar er 10. januar á www.innskriving.glasir.fo.

HESAR LÆRUGREINAR VERÐA BOÐNAR ÚT Í FEBRUAR:

Akademiútbúgvingarnar:

-     Søla og marknaðarføring (SOM): Marknaðarkunning og -greining - mikukvøld kl. 18-21

-     Búskapur og tænasta (BOT): Vinnubúskapur - mikukvøld kl. 18-21:20

-     Leiðsla (L): Fyriskipan og starvssálarfrøði - týskvøld kl. 18-21:20

Diplomútbúgvingin í leiðslu: Fríggjadag kl. 14-17 og leygarmorgun kl. 09-14

-     Strategisk leiðsla – februar

-     Human Resource Management (HRM) og leiðsla – mars

-     Toymisleiðsla – apríl

-     Búskaparlig leiðsla – mai

-     Leiðsla við sosialum kapitali - juni

HD: Mánakvøld og mikukvøld kl. 16-19:20

-     Samfelagsbúskapur

-     Vinnulívsrættur

-     Fígging og íløgugreining

Byggifrøði: Fulltíðarútbúgving allar yrkadagar millum kl. 8:10 og 15:10

Afturat hesum útbúgvingunum verða fleiri áhugaverd skeið boðin út í vár, eitt nú í projektleiðslu og nýggjari lærugrein á fyrisitingarútbúgvingini. Skeiðini, innihald og tíðir verða kunngjød seinni. Les meira á www.glasir.fo.