Seinastu tvær vikurnar hevur sjónleikurin ”Gentan úr Maxim” koyrt í Sjónleikarhúsinum í Havn, og leikurin hevur verið sera væl vitjaður. Nú hava fyrireikararnir kunngjørt, at tvær eykasýningar verða av leikinum, sum longu hevur verið útseldur 17 ferðir.
Millum leikararnar er Magni Joensen, sum spælir General Charles Petypon du Grelé.
– Tað hevur sum so gingið frálíkt. Deiliga klikkaður og tærnakrympandi humor. Vit eru áhugaleikarar, og hesin leikurin er øgiliga krevjandi, sigur hann og vísir á, at leikurin er longri enn aðrir leikir.
– Tað hevur tí verið ein drúgv process. Vit hava fingið nakrar nýggjar reglar um mannagongdir viðvíkjandi venjing og framførslu. Vit skulu kunna vísa á eina negativa koronutest hvønn týsdag, og ongin nærkontakt skal vera millum leikarar og áskoðarar. Kanska tað er tí, vit fáa so nógv pen orð á Facebook og Instagram, tí ongin fær møguleikan at siga tað við okkum andlit til andlits, sigur Magni Joensen.
Gentan úr Maxim er ein franskur leikur frá 1899 eftir Georges Feydeau. Leikurin er týddur til føroyskt av Bjørk Tórgarð, og talan er um eitt samstarv millum nýggja sjónleikarbólkin Brestir og Sjónleikarhúsið.
Sjónleikarbólkurin Brestir er ein bólkur við fýra áhugaleikarum: Rannvá Álaberg, Sasho Bjartsson, Rógvi B. Dam og Vígdis Joensen. Ria Tórgarð er leikstjóri.