Dekksøla á internetinum

Dekkmaster.fo v. Kára Holm Olsen í Havn bjóðar seg nú fram við dekksølu á internetinum. Eisini bjóðar hann eina heildarloysn, har bilurin verður heintaður, dekkini monteraði, og bilurin koyrdur upp á pláss aftur

Nú hava dekksølurnar fingið kapping frá internet-dekksøluni Dekkmaster.fo, har til ber at bíleggja dekk og felgur beinleiðis á internetinum. Tað er Kári Holm Olsen í Havn, sum eigur og rekur Dekkmaster.fo.

Kári sigur, at dekkini kunnu bíleggjast á: www.dekkmaster.fo í seinasta lagi hósdag, so verða tey latin kundanum longu týsdagin vikuna eftir. Kundin velur sjálvur dekkmerki, stødd og nøgd av dekkunum hann kundi hugsað sær og sjálvandi navn, bústað, telefonnummar, posttilskrift og leggur tey í keypskurvina.
Peningurin verður fluttur á konto í peningastovninum. Eisini fer at bera til at brúka FR/VISA kort.

Tað kann sjálvandi henda, at dekkini ikki eru á goymslu hjá veitaranum, men so fær kundin boð um hetta, sigur Kári.

Dekkini verða koyrd til dyrnar ókeypis í høvuðstaðarøkinum. Skulu tey latast út á bygd kostar hetta eitt sindur eyka. Kári hevur gjørt avtalur við nøkur verkstøð, ið kunnu skifta dekkini skjótt og gott og fyri ein rímiligan prís. Hetta verður upplýst á heimasíðuni. Annars ger kundin sjálvur av, hvar hann fær hetta gjørt - hetta kann gerast á flestu verkstøðum kring landið.

Sum nakað heilt nýtt bjóðar Dekkmaster.fo eina heildarloysn, har bilurin verður avheintaður og koyrdur uppá pláss aftaná. Kundin sleppur sostatt undan at hugsa um at fáa bilin á verkstað og at skula heinta hann aftur.

Vit selja øll tey kendu merkini, sum t.d. Michelin, Dunlop, Goodyear og Falken - men eisini bíligari og minni kend dekk, sum t.d. Euro, Regal og Nankang. Eisini umboða vit eitt stórt úrval av felgum til øll bilsløg. Felgurnar eru bíligar, og dygdin er í topp. Handilin verður dagførdur alla tíðina, soleiðis at nýggj dekk og nýggjar felgur vera at fáa við jøvnum millumbili. Eisini er ætlanin at hava aðrar vørur á skránni seinni, sigur Kári Holm Olsen frá Dekkmaster.fo.