Alzheimerfelagið skipar fyri augusttiltaki í Degnshúsi, sum liggur á Tinghúsvegnum í miðbýnum í Havn. Hettar verður ein kafé fyri demensraktum og teirra familju. Ætlanin er at skipa fyri tiltakinum fýra ferðir í august. Týsdagin tann 6., 13., 20. og 27 august.
Alzheimerfelagið fer undir hesa roynd fyri heimabúgvandi, sum hava gleði av at koma út og vera virkin saman við øðrum í somu støðu. Tiltakið er ætlað byrjandi demensraktum. Makar eru vælkomnir at luttaka.
Tær, sum skipa fyri tiltakinum, hava royndir innan demensøkið. Tær eru Poula Sørensen, demenssamskipari, og Anna Rubeksen, sjúkrarøktarfrøðingur, sum báðar arbeiða á heimi fyri minnisveik.
Endamálið við tiltakinum er, at luttakararnir síggja meiningina í at vera virkin í gerandisdegnum og finna tann aktivitet, sum gevur tí einstaka orku og gleði.