Fólk undir 67 ára aldur, sum eru rakt av demens, hava verið í einum ongamannalandi í almennu skipanini í nøkur ár. Tey hava verið fangaði í einum vakuum millum landið og kommunurnar, har hvørgin partur hevur verið sinnaður at átaka sær ábyrgdina av at veita teimum nøktandi hjálp. Landið hevur sagt, at demensøkið hoyrir til eldraøkið, sum er lagt út til kommunurnar, meðan kommunurnar hava sagt, at fólkini eru undir 67 ár og tí ikki hoyra til eldraøkið.
Almannamálaráðið setti tí eina markamótsnevnd niður at viðgera spurningin, og herfyri kom nevndin til ta niðurstøðu, at tað er landið, sum hevur ábyrgdina av teimum og tí skyldu at veita teimum nøktandi hjálp.
Nú tekur Almannaverkið so fyrsta stigið til hjálp, við at søkja eftir hølum til dagtilhald til teirra, sum eru rakt av demens, men enn ikki eru vorðin pensjónistar.
Í løtuni eru fimm fólk, sum bíða eftir einum slíkum tilboði, men Almannaverkið væntar, at talið fer at økjast, so skjótt tilboðið er til staðar.
Orsøkin til, at Almannaverkið nú má søkja eftir egnaðum hølum til slíkt dagtilhald er, at tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, fylgdu hølini eisini við. Tískil hevur Almannaverkið eingi egnaði høli í løtuni.
Fyribils er talan um eitt ella tvey dagtilhald í Havn, men slík tilhald fara eisini at koma aðrastaðni í landinum, so hvørt sum tørvur er á tí.