Demokratar biðja Pence taka yvir sum forseta

Donald Trump hevur undir ófriðinum prógvað, at hann ikki er í sinnisligari javnvág, halda limir í rættarnevndini.

 

Demokratiskir limir í rættarnevndini í Umboðsmannatinginum heita á varaforsetan Mike Pence og limir í umsitingini hjá Donaldi Trump um at brúka 25. ískoytið í amerikonsku grundlógini og koyra forsetan frá.

Tað sæst í eini fráboðan, sum var almannakunngjørd í gjár lokala tíð av nevndarlimum, skrivar CNN.

25. ískoytið í amerikonsku grundlógini verður brúkt til at koyra ein forseta frá, sum ikki megnar uppgávuna.

– Sjálvt í videofráboðanini seinnapartin (í gjár, red.) avdúkaði Trump forseti, at hann ikki er í sálarligari javnvág og framvegis ikki megnar at skilja og góðtaka úrslitið av valinum í 2020, skriva limirnir í eini fráboðan.

– Tað sama snýr seg um føri hansara at eggja til harðskap og sosialan ófrið fyri at broyta valúrslitið við valdi, verður sagt.

Samstundis vísa kongresslimirnir á fleiri tweet frá Trump, har forsetin skrivar, at ófriðurin sum tann í Washington D. C. er slíkt, »sum hendir«, tá tú »tekur ein heilagan stórsigur frá patriotum«.

Í eini video á Twitter fyrr í gjár vendi Trump sær til ófriðin í Washington D. C., har fjepparar hansara høvdu trokað seg inn í Kongressina.

Í videoini endurtekur Trump sínar pástandir um valsvik.

25. ískoytið gevur møguleika fyri at ein varaforseti og ein meiriluti av ráðharrunum í landinum koyra ein forseta frá fyribils, skrivar tíðindastovan AP.

Um varaforsetin skal sita alt valskeiðið sum forseti, krevst stuðul frá tveimum triðingum í báðum kømrum í Kongressini, altso í Senatinum og í Umboðsmannatinginum.

Sambært CNN halda eisini alsamt fleiri republikanskir leiðarar og embætismenn í umsitingini, at Trump eigur at verða koyrdur frá í ótíð – altso fyri 20. januar, tá Joe Biden tekur yvir.

Ein »vælvitandi« kelda í Republikanska flokkinum sigur millum annað, at fleiri limir í umsitingni í gjár hava havt innleiðandi tingingar um at seta í gildið 25. ískoytið.

/ritzau/

 

Demokratiske medlemmer af retsudvalget i Repræsentanternes Hus ser gerne, at Mike Pence overtager præsidentposten i USA i den sidste tid af Donald Trumps embedsperiode. - Foto: Erin Schaff/Ritzau Scanpix