Mikukvøld er Demokratia-kvøld. Fyri at kalla allar føroyingar. Tí nú fer Demokratia undir áhugavert tiltak, sum verður á skránni trý mikukvøld í oktober og november. Talan er um fyrilestrar, ið verða hildnir á seks ymsum støðum í Føroyum.
Fyrilestrarnir viðgera evni, sum snúgva seg um javnstøðu í politikki, um demokrati og politisk rættindi og um aðrar spurningar, ið eru viðkomandi fyri arbeiðssetningin hjá Demokratiu, sum er økt javnstøða í politikki.
Persónarnir, sum høvi verður at hoyra, og teirra fyrilestrar, eru:
. Hallbera West heldur fyrilesturin Tá politisk rættindi ikki eru nokk.?. Bjørt Samuelsen heldur fyrilesturin Tora vit at vilja valdið? Um at gera seg galdandi á politiska vígvøllinum og vera sjónlig í fjølmiðlunum og í almenna rúminum.?. Sámal Matras Christiansen heldur fyrilesturin Javnstøða fyri øll? Ella bara fyri Yuppie kvinnur? Tríggjar hypotesur um javnstøðu.?. Halgir Winther Poulsen heldur fyrilesturin Um demokrati sum hugtak.?. Sonja Jógvansdóttir heldur fyrilesturin Javnstøða í tómgongd.?. Elin Mortensen heldur fyrilesturin Hava vit ikki javnstøðuí Føroyum??. John Dalsenni Olsen heldur fyrilesturin Kvinnur og menn - fólkaræði og sannleiki??Støðini, har fyrilestrarnir verða hildnir, eru:?. Suðuroy: Skúladepilin í Suðuroy?. Sandoyggin: Skúlin á Sandi?. Vágar: Skúlin á Giljanesi?. Streymoy: Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya í Tórshavn?. Eysturoyggin: Handilsskúlin á Kambsdali?. Norðuroyggjar: Tekniski skúlin í Klaksvík
Fyrilestrarnir verða hildnir mikukvøldið 28. oktober, mikukvøldið 11. november og mikukvøldið 25. november. Tiltøkini byrja klokkan 19.30 og vara umleið ein tíma.
Ein fyrilestur verður á hvørjum staði. Tiltøkini eru almenn og ókeypis. Eisini verður høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Lesið meira um fyrilestrahaldararnar og um skránna fyri tiltøkini á www.demokratia.fo