Inger Enger, sum hevur verið limur í norska Stórtinginum síðan 2001, fer at umrøða týdningin av javnstøðu í politikki og siga frá um sínar persónligu royndir innan politikk.
Mikukvøldið 26. august klokkan 19.30 skipar Demokratia fyri tiltaki í Miðlahúsinum í Havn.
Hesaferð er tað Inger Enger, sum er politikari í Stórtinginum fyri Centerpartiet. Hon varð vald í Stórtingið í 2001, og áðrenn hon kom á ting, var hon virkin í kommunalpolitikki í nógv ár. Áhugamál hennara hava serliga verið umhvørvið, skúla- og undirvísingarmál, útbúgving og kirkjumál. Inger Enger er útbúgvin lærari.
Tað verður Rigmor Dam, blaðkvinna, sum fer at hitta Inger Enger í einum sonevndum ?sofa-práti?, har Rigmor spyr Inger Enge um viðurskifti, sum viðvíkja javnstøðu í politikki.
Hetta tiltak er eitt av mongum, sum Demokratia skipar fyri við tí endamáli at økja um javnstøðu í politikki.
Tiltakið verður í Miðlahúsinum í Havn mikukvøldið klokkan 19.30.
Tiltakið er alment og ókeypis.