SKRÁSETT PARLAG
?Tá kristnir bólkar kasta seg yvir einstøk mál, sum í løtuni í Føroyum, skráseting av samkyndum pørum, so kann tað eisini vera eitt andaligt armóðstekin, tí onki styrkir felagsskapin so væl, sum eitt felags mál og ein felags fíggindi. Eg sigi ikki, at tað er tað, men, tað kann vera, at tað er so!
Soleiðis skrivar Bergur Jacobsen í einum lesarabrævi fyrr í vikuni. Hetta er enn eitt íkast til nógva kjakið um skrásett parlag, sum hevur stungið seg upp í Føroyum, nú familju- og arvarættur skal gerast føroyskt málsøki.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur sagt, at skráset parlag fyri samkynd eftir hansara fatan eisini skal við í teirri føroysku lógini, tá økið verður yvirtikið.
Bergur Jacobsen starvast til dagligt sum prestur í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn. Hann hevur eisini verið prestur og landsstýrismaður í Føroyum. Umvegis lesarabrøv gevur hann eisini eitt íkast til kjakið í Føroyum.
?Kjakið er óaktuelt. Tað er fullkomiliga ósannlíkt, at hetta kemur ígjøgnum í løgtinginum. Kjakið í dag er fullkomiliga nyttuleyst. Eg veit ikki, hvat tað er fyri eitt síðuspor, sum man vil á, sigur Bergur Jacobsen.
Finna fígginda
Fyri Bergur kann tað sum nevnt í alstóran mun tykjast sum um, at samkomur finna sær ein fígginda í teimum samkyndum fyri at halda eld í felagsskapinu, og hetta heldur hann vera synd fyri tey samkyndu.
Í Føroyum.
?Í Danmark merkir tú, at tað er øgiliga stórur munur á lívsháttinum hjá teimum, sum ganga í kirkju, í mun til onnur. Soleiðis er tað ikki í Føroyum. Eg skal ikki siga, at tey finna sær ein fígginda, men tað er ein møguleiki. Tú kanst kalla tað kynismu, men eg haldi, at tað er eitt sjónarmið, sum er loyvt at hava, sigur Bergur Jacobsen.
Vil skráseta
Ì sínum starvi sum prestur í Danmark hevur Bergur ongantíð vælsignað eitt samkynd par í kirkjuni.
?Eg havi ongantíð gjørt tað, og eg ivist í, um eg nakrantíð fari at gera tað, sigur Bergur Jacobsen.
Hann kallar tað fyri ein demokratiskan rætt, at skráseta seg í parlag.
?Vit tosa her um fólk, sum skulu hava lívslangan trúðskap og eru góð við hvønn annan. Hesi ynskja at hava ordan í sínum viðurskiftum við arvi osfr. Tann rættin haldi eg, at øll eiga at hava. Hesum nýtist man ikki at vera fyri ella ímóti, sigur Bergur Jacobsen.
Sjálvur heldur hann ikki, at hetta gongur ímóti bíbliuni at loyva teimum hesum.
?Tað kemur so eisini ann uppá, hvussu tú lesur bíbliuna. Hvat virðar tú mest av øllum, og hvat tekur fram um, sigur Bergur.
Í Danmark stendur tað hvørjum presti frítt sjálvur at gera av, um hann vil vælsigna eitt samkynd par í kirkjuni. Í Danmark eru tað eisini prestar, sum livað í samkyndum parlag. Ì Føroyum hevur bispur greitt sagt, at kirkjan ikki fer at góðtaka, at prestar vælsigna samkynd pør. Tað ber ikki til at ganga ímóti viljanum hjá bispinum sum ovasta fyri kirkjuni og vælsigna samkynd pør.
Bergur Jacobsen vísir á, at tað er einki fyri hjá føroyskum samkyndum at fara til Danmarkar at verða vælsignaði av einum presti, um tað er tað, tey vilja.
Bergur veit at siga, at í Danmark ganga nógv samkynd í kirkju, og hann kenni eisini fleiri. Av hesum vilja nógv als ikki vælsignast í kirkjuni, tí eftir teirra trúgv eru tað kona og maður, ið gera hetta. Tað vísir seg harumframt í Danmark, at tey samkyndu eru farin at halda til í kirkjum við samkyndum prestum ella prestum við somu hugburðum sum tey.
?Í Danmark kunnu fólk velja frítt, og tað haldi eg eisini er fínt, sigur Bergur Jacobsen.
Presturin í Samuels kirkjuni kennir kortini ikki nógv til, at føroysk samkynd koma til Danmarkar ? í øllum førum hansara kirkju ? av ótta úr Føroyum. So vítt Bergur veit eru ikki nógv samkynd millum kirkjugangararnar í Samuelskirkjuni, men tað eru nógv aðrastaðni.