Denise - ein kvinna við mongum áhugamálum

Millum fleiri onnur áhugamál, hevur Denise Andersson eisini áhuga fyri málum. Í Svøríki arbeiddi hon saman við føroyingi, og áðrenn hon kom til Føroya, hevði hon lært seg føroyskt. Í aðru viku byrjar hon í starvi sum kommunulækni í Klaksvík

Denise, sum eisini ber kelinavnið, Nina, er fimti ára gomul og fødd og uppvaksin í Ohio. Sum ung flutti hon til Svøríkis, har hon giftist svianum, Henry Andersson.
Saman fingu tey døturnar, Irene, sum er 20 ára gomul og Astrid, sum er 18 ára gomul. 
Foreldur Denise, sum eru 74 og 76 ára gomul, búgva enn í Ohio og eru framvegis frísk og ferðug.
Denise hevur nógv áhugamál. Eitt av teimum er mál. Hon kann samskifta á 7 ymiskum tungumálum umframt sínum móðurmáli. 
Frá einum føroyskum arbeiðsfelaga fekk hon áhuga fyri Føroyum og føroyskum. Hon fór tí undir at læra seg føroyskt við at lurta eftir bondum við føroyskum teksti, tó mest sangi. 
Eisini er Denise tónleikakvinna og yrkjari. Hon spælir guitar og syngur egnar vísur.
Eitt annað av áhugamálum hennara er rósur. Í 8 ár var hon blaðstjóri á einum svenskum blaði, ið kallast, Rosenbladet.
Tá Denise í apríl í fjør gjørdist einkja, gjørdi hon av at gera dreymin til veruleika. Og seinast í august í fjør kom hon til Føroya og fór í avloysarastarv suðuri í Vági.

Kend eftir einum degi
Eftir einum degi, tá hon sovnaði á eini læknavitjan, gjørdist Denise Andersson kend um alt landið.
Spurd, hvat tað var, sum hendi, sigur hon:
- Eg var sera, sera móð og kendi meg einsamalla. Í staðin fyri at greiða alt um telefonina, royndi eg at fara á vitjan heima hjá sjúklingunum. Eg hevði eg verið nógv úti í arbeiðsørindum og fingið alt ov lítlan svøvn, sigur hon.
Denise sigur, at arbeiðsbyrðan har suðuri, var nakað størri enn vanligt, tá hetta hendi.
- Mær dámar betur at síggja sjúklingin, tí tað er skjótt at fáa eina skeiva mynd, um støðan bert verður lýst um telefonina, sigur hon.
- Eg haldi, tað hevur stóran týdning at geva sær stundir at lurta eftir, hvat fólk hava á hjarta, og eg royni altíð at nýta tíð til at greiða sjúklingunum frá tí, sum bagir, sigur hon.

Vinir í Klaksvík
Spurd, hvussu hon væntar at verða móttikin í Klaksvík, sigur Denise:
- Eg eri greið yvir, at fólk vera ivasom, og tað verður torført hjá mær at verða góðtikin av øllum - í hvussu í byrjanini, sigur hon.
- Samskifti millum lækna og sjúkling er serstakliga persónligt. Tí verður tað eisini ein spurningur, um kemi?in millum lækna og sjúkling er í lagi, sigur hon.
- At vera lækni, er eisini eitt slag av list. Tað er ikki bara læknafrøðin, sum ger teg til ein góðan lækna, tí tú mást eisini duga at lurta eftir, hvat sjúklingurin sigur, vísir hon á.
- Men eg eigi vinir í Klaksvík, og eg gleði meg at flyta norður hagar, sigur Denise Andersson at enda í samrøðu við Sosialin.

Ikki uppsøgd

Herfyri stóð at lesa í bløðunum, at Denise Andersson var søgd úr starvi sínum í Vági. Men hetta er ikki rætt. 
Starvstíðin hjá Denise har suðuri var um at vera úti, tá nógv umrødda hendingin fór fram. Eisini var longu avgjørt, at hon skuldi byrja í starvi sum kommunulækni í Klaksvík.
Í eina tíð hevur Denise, sum er amerikanskur ríkisborgari, bíðað eftir at fáa longt arbeiðsloyvi í Føroyum.
Arbeiðsloyvið varð greitt í hesi vikuni, og tá Maria á Dul, starvsfólkaleiðari, kemur aftur av ferð í Danmark, verða setanarviðurskiftini hjá Denise Andersson avgreidd. Tá kann hon byrja í starvi sum kommunulækni í Klaksvík.