Dennis Agerblad: Altíð sólin

Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg.

Kært barn har mange navne, Robin, Ova og Dennis Agerblad. Maður:Glotti oddamaðurin eitur nú Dennis Agerblad. Hann er millum annað kendur úr performance bólkinum Dunst, ið hann hevur ferðast við kring alt Evropa. Dennis var skjótur at svara, tá hann varð spurdur um sítt summarlag.

- Tá tú sigur summar, so hugsi eg beinanvegin um lagið "Always The Sun" við The Stranglers. Tað er eitt lag við gleði í. Lagið minnir meg á seinasta summar, tá eg var við mín performance bólki Dunst í Amsterdam. Vit høvdu nakrar DJ's við okkum. Og tann eini spældi hattar lagið í heilum. Also ikki tá vit vóru úti um kvøldið. Men tá vit sótu heima og ótu og sovorðið.

- Tá alt er av hundanum til. So ber altíð til at hyggja upp móti sólini - Bara ikki í Føroyum, tí har regnar tað enn.