- Hesir hvalirnir hava verið ov seinir at sleppa sær burtur, áðrenn havið sunnanfyri teir frysti. Nú er planurin at royna at gera av við teir, sigur føroyskur skipari í Kanada Tað kemur meira enn so fyri, at hvalir frysta inni í ísi, so teir ikki sleppa burtur aftur og doyggja.
Ein føroyskur skipari, sum siglir við kanadiskum trolara, hevur umvegis eina av okkara keldum lati okkum frætta, at júst hetta hendi har yviri nú um dagarnar.
- Hesir hvalirnir hava verið ov seinir at sleppa sær burtur, áðrenn havið sunnanfyri teir frysti. Nú er planurin at royna at gera av við teir.
Skiparin heldur fyri, at hevði Greenpeace vitað, men so leggur hann aftrat.
- Her er ikki nógv at gera, tí hvalirnir klára ikki at sleppa útaftur á lívi kortini.
Sum skilst úr Kanada, er hvalir frystir inni í fleiri slíkum holum í ísinum, sum hesari, vit síggja á myndini.
Hvalirnir noyðast upp at anda við jøvnum millumbilum, og hugsandi er, at hetta er ikki so lætt, tá talan er um ein heilan grindabólk, sum bert hevur eitt so lítið hol at savnast í.