Í gjár varð irakski varaforsetin Tareq al-Hasjemi, sum er í útlegd í Turkalandi, dømdur til deyða í Bagdad, og avleiðingin av dóminum var, at dagurin gjørdist tann mest blóðugi í Irak í ár. Sambært myndugleikunum lótu meiri enn hundrað fólk lív.
Tareq al-Hasjemi (myndin) varð dømdur til deyða fyri at hava staðið á odda fyri deyðsliðum og fyri at hava givið boð um at myrða ein sakførara og ein trygdarmann. Hann flýddi úr Irak í desember í fjør, eftir at løgreglan hevði fingið boð um at taka hann. Hasjemi, sum er sunnimuslimur, sigur, at dómurin í gjár er enn eitt prógv fyri, at Nuri al-Maliki, forsætisráðharri, hevur sett sær fyri at kúga sunnimuslimarnar og at tryggja sær sjálvum alt valdið í Irak.
Eftir at deyðadómurin var almannakunngjørdur, sprongdu sunnimuslimar eina røð av bumbum í Bagdad og aðrastaðni í landinum. Meiri enn 100 fólk lógu eftirá, og okkurt um 350 vórðu særd, siga myndugleikarnir.