- Eg eri øgiliga glaður fyri at vera á lívi og virkin, tí tað er eingin sjálvfylgja, sigur Holgar Jacobsen tónleikari í Sosialinum í dag.
Í 2010 yvirlivdi hann ein álvarsligan hjartatilburð fyri síðani at uppliva, at mamman, pápin og konan doyðu. Saknurin er øgiligur, sigur hann í blaðnum í dag.
Sosialurin fæst í handlum kring landið nú seinnapartin. Umframt størri samrøðu við Holgar kanst tú eisini lesa um Birgar Johannesen, sum nú noyðist at gevast við Býarsavninum í Havn. Les um Torradagarnar í Klaksvík og um Michelinstjørnuna, sum føroysk matstova kanska fær í vikuni.