Deyður sjómaður og sjúk manning

18 sjófólk eru positiv umborð á russiskum trolara, sum nú liggur í Bergen, harav ein sjómaður er deyður umborð.

 

Ein sjómaður er deyður, og 17 eru koronu-smittaðir umborð á russiska trolaranum - OMA - sum nú liggur við bryggju í Bergen í Noregi. Tað var longu fríggjadagin, at boðini bórust um, at ein sjómaður umborð á trolaranum var deyður.

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at smittaðu fiskimenninir vera verandi í sóttarhaldi umborð á trolaranum. Restin av manningini verður send í sóttarhald á einum hotelli í Bergen.

Øll manningin, sum tilsamans telur 34, er kannað fyri koronu. 18 eru positivir, og tá er maðurin íroknaður, sum doyði umborð - og 16 av manningini eru staðfestir negativir. OMA var í altjóða sjógvi, tá maðurin doyði av koronu.

- Tað var leygarkvøldið, at vit fingu fráboðan um, at illgruni var um smittu. Eg veit ikki, nær russiski fiskimaðurin doyði, men hann doyði ikki í Bergen, sigur samskiftisleiðari hjá Bergen Havn, Johnny Breivik, í einum sms-boðum við NRK. Hann vísir á, at bæði løgregla og heilsumyndugleikar vóru á bryggjuni, tá skipið legði at.

Sambært norska kringvarpinum hevur trolarin heimstað í Murmansk. Teir høvdu verið til fiskiskap og høvdu kós móti Ålesund, tá teir vórðu bidnir at sigla til Bergen, tí Bergen er ávíst sum havn í Noregi hjá skipum, ið hava koronu-smittu umborð.