Dia og Malurt havt síðstu konsertina

Dia Nielsen av Skálafjørðinum, Michael Falch og restin av danska bólkinum Malurt, høvdu fríggjakvøldið sína síðstu konsert.

Danski bólkurin Malurt var stórur í Danmark fyrst í áttatiárunum. Í 1980/81, og nøkur ár fram, taldist tónleikabólkurin helst millum teir fremstu í Danmark.   Tá hugt verður afturá í dag, verður bólkurin róptur superbólkur.

 

Bassleikari í hesum væl umtókta bólkinum hevur øll árini verið ein maður av Skálafjørðinum, Dia Nielsen. Hann fór til Danmarkar, las til til arkitekt, fann saman við fólki, ið gjørdust upphav til og stovnaðu Malurtí 1977, og restin er søga.

 

Eini tvær ferðir funnu teir í Malurt eina løtu saman, og róðu aftur á aftur. Fyri nøkrum árum síðani høvdu teir ætlan um at gera ein vørr aftur, kanska hin síðsta, men so kom korona.

 

Nú hava teir í Malurt loksins verið á tónleikaferð aftur, ferðin Sidste Skrig. Eini 52 konsertir hava teir leikt kring alt Danmark á hesi síðstu ferðini.

 

Síðsta konsertin var fríggjakvøldið í Amager Bio. Og so er hetta søga.

 

Sum ein m.a. kann lesa á facebook vanganum hjá Dia (sum á facebook kallar seg Dia Andrias), so er tað ein sorgblíð kensla - og sum onkur tekur til, so verður tað óivað sum at detta í eitt svart hol, tá alt nú er lagt afturum, og Malurt endaliga er søga.

 

##med2##