39 ára gamli fraklendingurin, Didier Dechamps, sum vann FA Cup steypakappingina við Chelsea í 2000, og heimsmeistaraskapið í 1998, og evropeiska meistaraskapið við Fraklandi í 2000 er nú millum kandidatarnar til at gerast venjari hjá Chelsea. Dechamps var venjari hjá italska felagnum Juventus til maj 2007, men hann hevur ikki vant nakað felag síðani tá. Dechamps er fegin um, at hann er nevndur millum teir, sum kunnu taka við eftir Avram Grant, og sigur hann seg kunna lova meiri álopssinnaðan fótbólt, sum er stóra ynski hjá Chelsea-eigaranum, Roman Abrahamovic. Sum venjari førdi Dechamps Monaco til Champions League finaluna í 2004, men teir taptu ímóti Porto, sum hevði José Mourinho, sum venjara tá. Hollendski Frank Rijkaard verður tó mettur at verða favorittur til heita venjarasessin í London.