Í eini grein í Dimmu í kvøld verður enn einaferð roynt at niðurgerða Javnaðarflokkin. Nú hevur Dimma uppfunnið eitt formansstríð í Javnaðarflokkinum ímillum meg sjálvan og fyrrverandi forkvinnuna í Sjálvstýrisflokkinum. Og fyri at seta meg í ringt ljós bæði á javnstøðuøkinum og í einum ella valdsstríði, sum Dimma hevur uppfunnið, verður beinleiðis tikið til ósannindi.
Høgni í Jákupsstovu brúka orku uppá at skriva, at eg havi roynt at hildið Helenu Dam á Neystabø niðri við ikki at fara í farloyvi og lova henni á ting. Hetta er beinleiðis ósatt. Eg havi røkt mítt tingstarv til fulnar, men tá mær bars frá í fjør heyst, fór eg í farloyvi í ein ein mánaða og Helena Dam á Neystabø tók sætið fyri meg.
Hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvør yvirskipaða ætlanin hjá Dimmalætting er við jagstrarnini og niðurgerðini av Javnaðarflokkinum.