Týsdagin 15. september bleiv nýggja stroymingartænastan Disney+ tøk í eitt nú Danmark, Íslandi, Grønlandi, Svøríki og Noregi. Ja í øllum Norðurlondum - bara ikki í Føroyum.
Disney+ hevur verið tøkt í eitt nú USA, Canada, Hollandi og Australia síðan november í fjør, og tænastan er blivin tøk í fleiri londum so við og við.
Nú riggar Disney+ í nærum øllum Europa, og tað er kunngjørt, at tænastan fer at rigga í fleiri londum í nærmastu framtíð - eitt nú í Mið- og Suðuramerika.
Disney+ verður sæð sum stórur kappingarneyti hjá stroymingarrisanum Netflix. Á Disney+ er tilfar frá Disney, Pixar, Marvel, Star Wars og National Geographic at síggja.
Her er eitt yvirlit av, hvørjum londum Disney+ riggar í. Sum tað sæst, so eru Føroyar gráar, sum merkir, at tað ikki er tøkt her.
##med2##
Tá Disney í januar avdúkaði, nær Disney+ fór at vera tøkt í Norðurlondum, varð sagt, at Disney+ ikki verður tøkt í Føroyum.
– “Ved lancering vil tjenesten ikke være tilgængelig på Færøerne”, stóð skrivað í donskum tíðindaskrivi.
Og soleiðis sær út, tá mann roynir at síggja Disney+ úr Føroyum:
##med3##
Hví nógv umrødda stroymingartænastan ikki er tøk í Føroyum, vita vit ikki. In.fo hevur vent sær til Disney+, og frá donsku kundatænastuni har siga tey, at tey vita ikki, hví tað ikki riggar í Føroyum. Tey vita heldur ikki, um tænastan fer at rigga í framtíðini. Vit hava eisini spurt okkum fyri skrivliga á høvuðsmailinum hjá Disney+, men har hava vit ikki fingið svar enn. Tá vit fáa svar, so skulu tit lesarar nokk hoyra meira.