DJ Muggs, stovnarin og framleiðir í Cypress Hill og stovnarin av Soul Assassins verður høvuðsnavn í Grundini í ár, boðar G! Festivalurin frá.
DJ Muggs stovnaði og framleiddi legendariska bólkin Cypress Hill, sum hann hevur
selt yvir 17 milliónir plátur við.
Muggs framleiddi sjey fløgur við Cypress Hill frá 1991-2004. Í sama tíðarskeiði framleiddi hann nøkur av allarkendastu hiphop løgunum við øðrum artistum. Millum annað Ice Cube (Check yo self) og House of Pain (Jump Around).
Muggs hevur harumframt samstarvað við og framleitt fyri Dr. Dre, Wyclef Jean, Wu Tang
Clan, Tricky, Xzibit og eitt ótal av øðrum.
DJ Muggs hevur verið við til at definera
hiphop og er framvegis millum hvassastu oddvitarnar sum førka sjangruna víðari.
Muggs stovnaði Soul Assassins, sum er eitt kollektiv av tón- og myndlistarfólkum. Í
løtuni arbeiðir Muggs við at førka dubstep ljóðið til nýggjar hæddir. Hann sigur um
sína nýggju verkætlan, ið kallast ´Bass For Your Face´: ?´Bass For Your Face´ er ein
hipphopp samansjóðing við elementum av glitch, dubstep, elektronika og rokk. Tað er
har, eg eri, í løtuni, í mínum æviga stríði at flyta mørk í ljóð og stílum?.
Í summar fært tú høvi at uppliva hesa livandi legenduna á fremstu røð í Grundini á
G! Festival.