DJ-show í Hvalba

Leygarkvøldið verður stórt DJ-SHOW í Roynhøllini í Hvalba. Tað plagar at verða rættiligt lív í, tá ið DJ-showið við teirra manning kemur til bygdina. Hesaferð verða tveir DJ´arar á pallinum í senn, og tað eru teir báðir, Høgni Thomsen og Magnus Debes, sum í felag fara at spæla nýggj og eldri løg. Bussur koyrir til og frá Roynhøllina.