Djóradagar: Í Reiðhøllini er turt

Veðrið má sær valda, Djóradagar hjá Føroya Ríðingardali, í Havnardali halda fram í dag, tó við broyttari skrá, siga fyrireikararnir.

 

Vegna veður er vælumtókta ponyríðingin flutt inn í Reiðhøllina hjá felagnum. ponyríðingin verður frá kl 17 til 18. Av somu orsøk verða hoppiborgirnar lagdar niður kl 16:50. Rossini ræðast larmin frá hoppiborginum, tí er hetta neyðugt. 

 

Onkrar aðrar smávegis broytingar eru eisini, onkur djór sum stóðu úti, eru tikin undur tak, og eisini hevur felagið raðfest djóravælferðina og koyrt okkurt ungt djór heim aftur til bóndan, so tað ikki skuldi standa úti í hesum veðrinum. 

 

Men enn er nógv at koma til í Havnardali í dag og er mestsum alt virksemi undir taki, deilt út á nøkur fjós, Reiðhøllina og felagshúsið hjá felagnum. 

 

Tiltakið er opið frá kl 14 til 18  og øll eru vælkomin.