DMI: Hampiligt verður um vikuskiftið

Vikuskiftið byrjar við ælaveðri, men seinni verður tað fyri tað mesta turt, og møguleiki verður fyri sólglottum

Danska verðurstovan DMI væntar, at veðrið verður hampiligt um vikuskiftið. Onkur æl vera, men tað verður fyri tað mesta turt, og sólin fer at kaga fram onkrar løtur.

 

DMI sigur, í dag vera 3-8 m/s landnyðringi og norði. Samdrigið og fyrst á degnum ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin verður millum 8 og 13 stig. Í kvøld og í nátt skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin verður millum 6 og 10 stig.

 

Sunnudagin vera 3-8 m/s av landnyðringi og norði. Samdrigið og fyri tað mesta turt. Møguleiki verður fyri nakað av sól. Hitin verður millum 9 og 12 stig.